Í bókini Milton Across Borders and Media (Milton tvørtur um mørk og miðlar) er forvitnislig grein eftir Turið Sigurðardóttur, professara emerita, um yrkingina Púkaljóm
Yrkingin Púkaljómur eftir Sjóvarbóndan, sum Jens Christian Djurhuus (1773-1853) varð róptur, er enduryrking av ensku yrkingini Paradise Lost hjá John Milton. Hon er eindømi í føroyskum skaldskapi.
Hvussu flutti føroyska kvæðaskaldið evnið í tí órímaðu lesiyrkingini hjá John Milton til føroyskt, og hvussu varð Púkaljómur móttikin?
Hetta og meira viðger greinin “On the Faroese Reworking of Paradise Lost” eftir Turið Sigurðardóttur í nýggju bókini Milton tvørtur um mørk og miðlar,
Ritstjórar eru Islam Issa og Angelica Duran. Bókin er í fimm pørtum. Í øðrum parti, Interlingual Borders (Millummálslig mørk), er ein av fýra greinum tann um Púkaljóm.
Meira um bókaútgávuna hjá Oxford University Press sæst her.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald