Innanlands

Grímur Sundstein á tingi fyri Fólkaflokkin

Hann røkir tingsessin meðan Árni Skaale er í stuttum farloyvi

(Mynd: Fólkaflokkurin)

(Mynd: Fólkaflokkurin)

2023-10-04 11:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag hevur Grímur Sundstein tikið sæti á Føroya løgtingi fyri fyrstu ferð.

Grímur, ið er 29 ára gamal, stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í 2022, og úrslitið varð, at hann gjørdist 1. varafólk hjá Fólkaflokkinum.

Nú Árni Skaale er í stuttum farloyvi, fær Grímur møguleikan at røkja tingsessin. Hann fær seg royndan, tí hesa vikuna er fíggjarlógin til viðgerðar.

Grímur Sundstein fekk 290 atkvøður á valinum í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder