2024-06-01 13:16
Ein grind er funnin eystanfyri Viðoynna.
Tað var um klokkan hálvgum tólv, at Brimil fann grindina, og ætlanin er at halda hana til, sigur Jens Jensen, sýslumaður.
Hildið verður, at talan er um millum 50 og 100 hvalir, sigur sýslumaðurin, sum ikki veit at siga, hvar hon verður hildin til, men møguliga verður tað í Hvannasundi.
Men tað rekur hart, og ætla grindaformenninir at bíða við at reka til klokkan 16, sigur Jens Jensen.
Dagførd kl. 15.12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald