2025-08-07 09:35

Ein lítil grind er í morgun funnin á Miðvági, men hon verður ikki hildin til.
– Tað eru fáir bátar og lítið av fólki, so kannað verður nú, um hon skal merkjast, sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður við Portalin.
Grindin varð funnin nakað áðrenn klokkan átta í morgun.
Myndir av grindini síggjast á Jn.fo her.
Dagføring kl. 12.39: Avgerð varð tikin um at reka grindina út aftur, segði sýslumaðurin við Útvarpið á middegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald