Innanlands

Grind úr Føroyum verður av órøttum steðgað í Danmark

Sjúrður Skaale undrast yvir, hví grind verður bólkað sum hótt djóraslag, og hví grønlendingar fáa sersømdir og føroyingar ikki

2019-11-26 10:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fyrispurningi á Fólkatingi undrast Sjúrður Skaale á, at donsku ásetingarnar um innflutning av tvøsti eru strangari enn altjóða ásetingarnar, og at føroyskir borgarar tí verða revsaðir fyri at hava við grind í viðførinum til Danmarkar.

- Metir ráðharrin tað vera rímiligt, at hald verður lagt á tvøst, sum ríkisborgarar taka við sær úr Føroyum til Danmarkar, umframt at teir fáa bót fyri tað?, spyr Sjúrður Skaale avvarðandi ráðharran, Mogens Jensen.

Fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin undrast á, at tað er andsøgn millum ásetingarnar í ST-avtalu um vernd av djóra- og plantusløgum, og ásetingarnar, sum í Danmark verða nýttar til at steðga innflutningi av tvøsti og spiki.

Í sonevndu Washington avtaluni hjá ST er grindahvalur ikki bólkaður sum eitt hótt djóraslag, og tíansheldur fevndur av herdum eftirliti.

Tó hevur ES gjørt sín egna lista yvir hótt djóra- og plantusløg, sum Danmark hevur tikið undir við. Har verður grind bólkað sum hótt djóraslag, og er tískil undir herdum krøvum og eftirliti, tá ið tað kemur til inn- og útflutning. Men tað eru eingi hagtøl sum benda á, at grindastovnurin er hóttur.

Í donsku kunngerðini vera sersømdir givnar til Grønland, sum merkir, at grind kann flytast úr Grønlandi til Danmarkar, um hon er dripin av góðkendum hvalaveiðimonnum – hóast grind er bólkað undir hótt djórasløg. Skal grind flytast úr Føroyum til Danmarkar, er neyðugt við serstøkum loyvum frá bæði føroyskum og donskum myndugleikum í hvørjum einstøkum føri. Hesin munur millum innflutning úr Føroyum og Grønlandi tykist eisini løgin, tí føroyingar skulu eisini á eitt skeið áðrenn teir sleppa at drepa grind.

- Í heila tikið tykist danski politikkurin á hesum øki ikki at byggja á haldgóða grund, sigur Sjúrður Skaale.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder