2021-06-27 17:33
Nú eru aftur grindaboð. Hesaferð í Árnafirði, og ætlanin er at reka grindina inn á Hvannasund, verður upplýst av løgreglustøðini.
Tað er eitt sindur óvist hvussu nógvar hvalir talan er um, tí hon gongur í fleiri bólkum.
Tveir bátar eru hjá grindini.
Fráboðanin um grind kom eitt sindur yvir klokkan 17, og tað vóru fólk á landi, sum sóu hana.
Um midnáttarleitið í nátt legði ein grind upp á 51 hvalir beinini í Leynum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald