2020-06-24 11:16
Í gjárkvøldið um klokkan hálvgum ellivu varð ein grind sædd í Hestfirði. Løgreglan fekk boðini og boðaði síðani sýslumanninum frá.
Finnbogi Midjord, sýslumaður í Vágum og Streymoynni, sigur, at talan var um stóra grind, men avgerð varð tikin um at lata hana fara.
Fyri nøkrum mánaðum síðani tóku sýslumenninir avgerð um, at grind ikki skuldi haldast til, so leingi sum tilmælini hjá myndugleikunum um frástøðu eru galdandi, og tí varð grindin í Hestfirði ikki hildin til í gjár.
– Vit kunnu ikki fara og bróta tilmælini, sigur Finnbogi Midjord.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald