2025-07-05 18:53

Grindaboð eru vestanfyri. Ein bátur fann um hálvgun seks tíðina eina grind tríggjar fjórðingar suður úr Mykinesi, á Guttagrynnuni.
Grindin gongur í fleiri bólkum og nú eru fleiri bátar á veg á staðið og ætlanin er at reka hana saman.
Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, upplýsir, at avgerð enn ikki er tikin um, hvar grindin verður rikin.
Men tað eru góð líkindi og ljóst leingi um hesa tíðina, so tað skuldi borið væl til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald