Í apríl tóku sýslumenninir avgerð um, at eingin grind skuldi haldast til, so leingi sum tilmælini hjá myndugleikunum um frástøðu, reinføri o.a. eru galdandi, og nú, meira enn tveir mánaðir seinni, er støða teirra óbroytt.
Sýslumenninir síggja ongan møguleika fyri at gjøgnumføra grindadrápið uttan at bróta tilmælini, og sýslumenn kunnu ikki fara at bróta tilmælini.
Fleiri grindir eru farnar framvið seinastu vikurnar uttan at verða hildnar til, og so seint sum í gjárkvøldið varð ein grind sædd í Hestfirði, sum heldur einki varð gjørt við.
Les eisini: Grindaboð í Hestfirði í gjár
– Um støðan viðvíkjandi grindadrápi skal broytast, mugu myndugleikarnir broyta tilmælini fyrst, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður í Vágar- og Streymoyar sýslu, við Portalin.
Eingin trupulleiki at gjøgnumføra
Men ein, sum enn stendur spyrjandi eftir avgerðini er Heri Petersen, grindaformaður í Skálabotni.
– Í stuttum snýr tað seg um at hava skipað viðurskiftir sum við øllum øðrum tiltøkum sum verða fyriskipað í hesi koronatíð. Tað er eingin trupulleiki at gjøgnumføra hetta, bara ein hevur viljan til staðar, sigur hann í skrivi, sum er sent miðlunum.
– Tað stendur okkum øllum púra frítt um vit vilja luttaka í einum grindadrápi ella ikki. Tí undrar tað meg at sýslumenn siga, at teir ikki vilja koma útfyri tí at standa við ábyrgdini av, at grind verður hildin til, og at smitta brýtur út.
Vit hava øll ábyrgd av okkara egna lívi, sigur Heri Petersen, sum er bangin fyri, at hendan mentanin fer fyri bakka, um forboðið kemur at standa við í eina tíð afturat.
Hann legði eitt uppskot fyri koronaráðgevingini um, hvussu mann kundi halda grind til, og tað uppskotið varð góðtikið, sigur hann.
Uppskotið er soljóðandi:
- Sperringar verða settar upp kring hvalvágina, líka sum tað verður gjørt til fótbóltsdystir (vaktarfólk verða til staðar og halda skil á hesum)
- Bert tey sum hava grindaprógv sleppa inn á økið
- Alt skifti verður gjørt til heimapartar
- Kommunan tekur sær av øllum viðv. uppskering, merking, osfr, hetta fyri at kunna uppspora eina møguliga smittu.
Nemmari sagt enn gjørt
Men sambært Finnboga Midjord er hetta nemmari sagt enn gjørt, og er hann framvegis sannførdur um, at sýslumenninir tóku røttu avgerðina í apríl.
Mánadagin gjørdi Karl Johansen, sýslumaður í Eysturoynni og Norðoyggjum, eisini greitt, at sýslumenninir ikki høvdu broytt støðu.
– Hvør skal vera tann, sum deilir maskur út og einnýtishandskar út, og hvør skal halda eyguni eftir, um tað verður brúkt? At føroyingar fara í grind við masku og sprittdunki í lummanum og einnýtishandskum tað duga vit ikki at síggja kann bera til. Á pappírinum riggar tað sikkurt øgiliga væl, men í veruleikanum er tað so langt burtur, at vit ongan møguleika hava at gjøgnumføra tað, segði hann í samrøðu við Útvarpið. Hoyr alt innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald