Innanlands

Grindin er komin inn um Kirkjubønes

Teir 80-100 hvalirnir verða hildnir til í Sandagerði. Sambært sýslumanninum verður tað um hálvan tíma til ein tíma

Grindin, ið varð funnin í Hestfirði, verður rikin inn á Havnina (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Grindin, ið varð funnin í Hestfirði, verður rikin inn á Havnina (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-09 16:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt áðrenn klokkan 15 varð ein grind funnin í Hestfirði. Heimasíðan jn.fo skrivaði um hetta, og tá var metingin, at talan er um 80-100 hval.

Hetta er framvegis metingin. Portalurin hevur júst tosað við Kristjan Martin Joensen, sýslumann.

Hann hevði stutt áðrenn verið í samband við bátarnar, sum eru hjá grindini. Tá vóru teir staddir við Kirkjubønes, og er grindin harvið komin innum har nú

Ætlanin er at reka inn á Havnina. Kristjan Martin Joensen kann ikki siga, júst nær drápið byrjar - tað er alt eftir, hvussu tað fer at ganga. at reka Hansara meting var tó: Hálvan tíma til eina tíma. Onkustaðni millum har.

Watson er ávegis

Sum kunnugt er Paul Watson í føroyskum sjóøki. Ein kunngerð er sett í verk, ið noktar honum og skipinum John Paul de Joria at koma innum 12 fjórðinga markið frá føroysku grundlinjuni. Sambært jn.fo hevur skipið tó nú sett kós móti oyggjunum. 

Hetta er ikki nakað, ið sýslumaðurin og teir á bátunum hugsa um. Um tað kemur til nakað, so er hetta eitt mál fyri hægri myndugleikar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder