![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Grindin úr Bø hevur seinastu vikuna ferðast okkurt um 350 fjórðingar í ein beinan sunnan, eftir at hon vendi norðuri á 64 breiddarstigum, einar 140 fjórðingar vestur av Snæfellsnesi.
5. september sløknaði tann eini sendarin í hesi grindini, eftir av hava virkað í 91 dagar. So nú er ein sendari eftir, sum virkar, skrivar Havstovan.
Eftir at hava fylgt grindini úr Havn í 75 dagar, sløknaði seinasti sendarin tíverri 29. august.
Tá sendarin seinasti sendarin sløknaði, hevði grindin ferðast 2.500 fjórðingar, mest á leiðum merktar grindir ikki fyrr hava verið.
Tá sambandið slitnaði, var grindin á 57 breiddarstigum, at kalla mitt millum Grønland og Írland.
(Mynd: Havstovan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald