Innanlands

Grindirnar hittast vestanfyri

Nú bert 100 fjórðingar millum teir báðar merktu bólkarnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-03 16:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvær grindir eru merktar í Føroyum meðan grindadráp var bannað undir koronakreppuni. Og á heimasíðuni hjá Havstovuni fylgja tey væl við, hvussu hesar ferðast.

Og nú sær út til, at bólkarnir hava hug at hittast.

Havstovan skrivar, at merkta grindin úr Bø í síðstu viku ferðaðist í ein útnyrðing móti Grønlandi. Grindin kom vestur á 35 longdarstig, áðrenn hon vendi, og var tá 150 fjórðingar úr Grønlandi. Grindin hevur síðan ferðast suðureftir, har dýpið er 3000 metrar. Seinastu tríggjar dagarnar hevur grindin ferðast eystur móti Reykjanesrygginum.

Hin grindin, tann, ið varð merkt í Havn hevur verið meira støðuføst seinastu tíðina. Hon hevur ligið beint eystur av Reykjanesrygginum, millum 58 og 59 breiddarstig, men er nú farin norður á 60 breiddarstig.

Báðar merktu grindirnar eru sostatt komnar í sama øki, og er verandi fjarstøða millum grindirnar 100 fjórðingar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder