Innanlands

Grindirnar sundur aftur

Grindin, sum varð merkt í Havn ferðast suðureftir, meðan grindin úr Bø er farin norður aftur í eitt øki í hellingini vestur úr Reykjanesrygginum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-26 19:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Merkta grindin úr Havn, ið var merkt 16. juni, hevur seinastu vikuna ferðast suðureftir, burtur frá Reykjanesrygginum. Grindin hevur hildið seg á djúpum sjógvi, mitt millum Reykjanesryggin og Rockall grunnin á kósini suðureftir.

Merkta grindin úr Bø, ið var merkt 6. juni, er nú farin norður aftur í eitt øki í hellingini vestur úr Reykjanesrygginum, har grindin hevur vitjað áður. Grindin hevur hildið seg í hellingini, har dýpið er meir enn 1000 metrar.

Á kortinum niðanfyri ber til at síggja, hvar ið grindirnar vóru til ymsar tíðir, við at hyggja at litkotunum fyri dagfesting í bjálkanum høgrumegin.

[object Object]

 

Havstovan 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder