Innanlands

Grindirnar verða færri og smærri

Hetta vísa hagtøl hjá Hagstovuni - síðstu fimm árini hava verið í miðal eini 10 grindir um árið

Grind í Sandagerði í fjør - størsta grindin í 2019 var júst í Sandagerði, har 154 hvalir løgdu beinini (Mynd: Sverri Egholm)

Grind í Sandagerði í fjør - størsta grindin í 2019 var júst í Sandagerði, har 154 hvalir løgdu beinini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-27 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10 grindir í miðal og flest hava samanlagt verið í Hvannasundi (11) og í høvuðsheitinum í Norðuroyggjum (21).

Hetta vísa tølini hjá Hagstovu Føroya yvir grindir seinastu fimm árini.

[object Object]

Í fjør løgdu samanlagt 682 hvalir beinini í 12 grindadrápum. 201 tons av tvøsti og 180 tons av spiki komu til høldar í fjør.

Størsta grindin var í Havn við 145 hvalum. Sjey grindir vóru langt niðan fyri 100 hvalir.

Í høvuðsheitinum minkar talið av grindum og grindirnar eri eisini smærri. Hetta vísa hagtølini hjá Hagstovuni, ið kunnu síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder