Eingin er smittaður við korona í Grønlandi í løtuni. Tað upplýstu grønlendsku myndugleikarnir í gjár, sambært grønlendska kringvarpinum KNR.
Allar tær 35 kanningarnar, sum komu í gjár vóru negativar.
Tað er nú so lang tíð síðani fyrstu positivu royndirnar, og tí kunnu vit vera meira vís í, at vit ikki hava størt tal av smittaðum í landinum. Enn kunnu vit tó ikki vera heilt sikkur, men dagsins úrslit eru góð tíðindi fyribils, sigur Henrik L. Hansen, landslækni í Grønlandi.
8. apríl vóru 844 kanningar gjørdar, 782 vóru negativar og 11 positivar. Enn bíða 51 eftir svari.
Og øll tey sum í Grønlandi hava havt covid-19, eru nú staðfest frísk aftur, sigur landslæknin, skrivar knr.gl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald