Uttanlands

Grønland: Seks tikið lívið av sær um vikuskiftið

Sjálvmorðini hava einki við hvørt annað at gera, sigur løgreglan. Sjálvmorð er ein samfelagstrupulleiki

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-12-24 11:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grønlendska løgreglan hevur um vikuskiftið verið úti í fleiri býum og bygdum, har samnalagt átta persónar hava tikið lívið av sær.

Hetta hendi fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Løgreglan upplýsir í tíðindaskrivi, at sjálvmorðini ikki hava samband við hvørt annað, og at hetta er um alt landið.

Grønlendska løgreglan ger greitt, at sjálvmorð er ein samfelagstrupulleiki. Í miðal eru umleið 40-50 tilburðir um árið, har fólk hava tikið lívið av sær í Grønlandi.

Heitt verður á fólk, sum ganga við sjálvmorðstankum um at leita sær hjálp. Slík hjálp er sjálvsagt eisini at fáa í Føroyum.

Um tú ella ein, sum tú ert góður við er sálvmorðshóttur, ber til at fáa hjálp frá eitt nú kommunulækna ella vaktlæknanum á 1870. Eisini ber til at ringja til løgregluna, leita sær sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjatt-ráðgevingina hjá Sinnisbata ella Tú & Eg-ráðgevingina hjá Barnabata á 116 111.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder