Uttanlands

Grønlendingar fara út á gøturnar at mótmæla

Grønlendingar skipa fyri friðarligum mótmælistiltøkum, bæði í Grønlandi og Danmark, leygardagin

Hesin keppurin hevur fingið bein at ganga á hesa seinastu tíðina (Mynd: EPA)

Hesin keppurin hevur fingið bein at ganga á hesa seinastu tíðina (Mynd: EPA)

2026-01-15 14:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin verður skipað fyri umfatandi mótmælistilgakum at mótmælt amerikansku ætlanirnar at yvirtaka Grønland.

Tað er ein bólkur av borgarum, sum skipa fyri mótmælistiltakinum, sum verður í Nuuk seinnapartin leygardagin. Bólkurin hevur eisini heitt á fólk í øðrum býum og bygdum at gera tað sama.

Í Nuuk er ætlanin at ganga gjøgnum býin. Gongan endar við amerikanska konsulatið. Talan er um somu rutu, ið varð gingin á eini líknandi stórari mótmælisgongu í fjør.

Ein av stigtakarunum til mótmælisgonguna, Bikki Jepsen, sigur fyri KNR, at grønlendska fólkið hevur verið undir stórum trýsti og ótryggleika hesa seinastu tíðina, og at stundin nú er komin at gera nakað við tað.

- Okkara politikarar og fólkavaldu hava ferð eftir ferð sligið fast, at land okkara ikki er til sølu – og at okkara land ikki bara kann keypast ella yvirtakast við brúk av hernaðarmegi, sigur hon.

[object Object]
Grønlandingar savnaðust í gjár framman fyri amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn at mótmæla (Mynd: EPA)

Mótmælistiltakið leygardagin hevur til endamáls at vísa umheiminum, at politikararnar hava stuðul frá fólkinum og fyri vísa samanhald.

- Vit krevja at tað verður virt, at bæði vit sum fólk og okkara land hevur rætt til sjálvsavgerðarrætt. Vit krevja at fólkarætturin og altjóða lóg verða vird, sigur ein annar av stigtakarunum, Avijâja Rosing-Olsen.

Heitt verður á fólk at koma við fløggum, taka myndir og filmar, so boðskapurin frá friðarligu mótmælisgonguni kann verða sendur út um allan heim.

Eisini í Danmark er ætlanin at hava líknandi mótmælistiltøk, eit nú í Aarhus, Aalborg og Odense, skrivar KNR.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder