Uttanlands

Grønlendingar skulu velja tvey nýggj umboð - Metnógv valevni

27 valevni bjóða seg fram at umboða Grønland á Fólkatingi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-24 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu árini hava Aki-Matilda Høegh-Dam (vald inn fyri Siumut), og Aaja Chemnitz (Inuit Ataqatigiit) umboðað Grønland í Fólkatinginum, men hvørgin teirra stillar upp aftur.

Sostatt verða tað tvey nýggj umboð, sum verða vald í Grønlandi í dag.

Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq stilla 27 valevni upp á fólktingsvalinum í Grønlandi, og tað eru metnógv.

Flokkarnir Inuit Ataqatigiit, Siumut og Demokraatit hava seks valevni hvør, Naleraq hevur fimm valevni, og Atassut hevur fýra valevni.

Á seinasta vali í 2022 stillaðu 15 valevni upp í Grønlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder