Fleiri grønlendskar heimasíður eru í løtuni raktar av netálopi, upplýsir danska Styrelsen for Samfundssikkerhed fyri Ritzau.
Talan er um eitt sonevnt DDoS-álop, har teldusníkar royna at yvirbelasta heimasíður ella netskipanir, so hesar ikki verða atkomuligar.
Hvørjar heimasíður talan er um verður ikki upplýst, men sambært Sermitsiaq hava fleiri grønlendskar kommunur boðað frá trupulleikum við heimasíðum teirra.
Sambært upplýsingum hjá danska kringvarpinum er tað prorussiski teldusníkabólkurin NoName057(16), sum stendur aftanfyri álopini.
Hesin bólkurin, sum er knýttur at russiska statinum, leyp eisini á heimasíður hjá donskum kommunum og aðalráðum undir danska kommunuvalinum í fjør, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald