Uttanlands

Grønlendskir politikarar sakna kunning um avtaluna

Í Nuuk kenna tey heldur einki til avtaluna, sum USA, Grønland og Danmarik væntandi fara at skriva undir í hesi vikuni.

Aki-Matilde Høegh-Dam (Savnsmynd)

Aki-Matilde Høegh-Dam (Savnsmynd)

2026-09-21 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendsku politikararnir vita eins lítið og øll onnur, hvat ítøkiliga liggur í nýggju avtaluni, sum Danmark, Grønland og USA eru komin ásamt um.

Landsstýrismenninir, Jens-Frederik Nielsen og Múte B. Egede eru farnir til USA fyri at skriva undir avtaluna, og tað sama eru Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen frá donsku stjórnini.

- Eg undrist yvir, at tey vilja skriva undir eina avtalu, áðrenn vit hava havt eitt størri kjak um hetta í tinginum, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam, tingkvinna fyri Nalerak, við KNR.

Hon kallar tilgongdina fyri ‚nervapirrandi’.

- Hetta er jú ein stór avgerð fyri okkara eftirkomarar og okkara børn, og um hvussu Grønland kann mennast í framtíðini.

Tí eftirlýsir hon meira kunning frá landsstýrinum um, hvat grønlendska fólkið skal rokna við.

- Hvat hendir? Hvør er ætlanin? Hvat fer at henda teir næstu tímarnar og dagarnar? Tað hevði verið ynskiligt at fingið eitt svar upp á tað, eisini hóast talan er um eitt trúnaðarmál, heldur Aki-Matilda Høegh-Dam.

Múte B. Egede, landsstýrismaður við uttanríkismálum, segði fríggjadagin við KNR, stutt eftir at tíðindini frá amerikanska forsetanum bórust á Truth Social, at avtalan speglar tað, sum allatíðina hevur verið útgangsstøðið hjá Grønlandi.

- Grønlendski avgerðarrætturin verður viðurkendur, og rætturin hjá grønlendska fólkinum sambært altjóða fólkarætti verður virdur, segði Múte B. Egede í samrøðuni.

Nærri kom hann ikki innihaldinum.

Sambært Donald Trump, forseta, merkir avtalan, at USA fær varandi ræði á trygdini í Grønlandi og øðrum áneyðum, skrivaði hann á Truth Social.

Eisini er avtalan, at ongin fíggindi hjá USA kann gera herstøðir, hava herfólk til staðar ella gera íløgur í Grønlandi uttan at USA hevur góðkent tað.

- Tað er júst hetta, sum er órógvandi, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam.

Hon heldur ikki, at orðini hjá Trump skulu takast bókstavliga.

- Men vit vita eisini, at tað sum oftast er onkur sannleiki í tí, hann sigur, sjálvt um hann sigur tað á yvirdrivnan hátt, sigur hon. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder