Innanlands

Grótbrotið í Sandavági verður ruddað

Á økinum liggja fleiri privatir lutir, og heitir Vága kommuna á borgarar um at fara eftir teimum í seinasta lagi 31. august

Mynd: Vága kommuna

Mynd: Vága kommuna

2020-08-18 20:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vága kommuna arbeiðir áfram við at hampa um í kommununi, og hevur m.a. enn einaferð sett arbeiði í gongd við at rudda grótbrotið í Sandavági.

Grótbrotið er eitt alment øki, og har liggja fleiri privatir lutir, sum kommunan ikki eigur. T.d. bilvrak, bildekk, bátavognar, viðfestisvognar, bátar og bátavrak. Samstundis arbeiðir kommunan við at burturbeina egin ting av økinum.

Fyri at tryggja, at einki av virði verður beint burtur av óvart, heitir Vága kommuna í hesum sambandi á borgarar um at fara eftir sínum ognarlutum. Hetta skal gerast í seinasta lagi mánadagin 31. august, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Arbeiðið at rudda grótbrotið í Sandavági er liður í yvirskipaða ynskinum hjá Býráðnum um at seta umhvørvi og trivnað í hásæti, og kommunan vónar, at borgarar taka væl ímóti átakinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder