
Hetta vikuskiftið er stóra Voxbotn-konserttiltakið í Havn, og í hesum sambandi hava verið nógv fólk í býnum, men sum heild hevur verið friðarligt, sigur løgreglan.
Í nátt var tó eitt harðskapsmál inni á einum dansistaði í høvuðsstaðnum.
Talan var um tveir mans, sum komu til hendurs, og tað endaði við, at tann eini mátti á skaðastovuna. Viðkomandi er tó vorðin útskrivaður aftur. Hin persónurin varð handtikin og avhoyrdur, men hann er nú leyslatin aftur.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at málið nú verður kannað, og tí kann løgreglan ikki upplýsa so nógv um málið í løtuni. Upplýst verður tó, at talan var um grovan harðskap, men skaðin kundi, eftir umstøðunum, verið meira álvarsamur, enn hann var.
Burtsæð frá hesum, hevur sum heild verið stak friðarligt. Løgreglan hevur tó havt eitt sindur at gera við at taka sær av fólki, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, og summi vórðu skuldsett fyri brot á skilhaldsreglurnar – tað, sum fyrr varð nevnt politiviðtøkurnar – og vórðu tey tikin við á politistøðini at sova rúsin av sær.
Vaktleiðarin á politistøðini leggur afturat, at samarittarnir eisini hava verið óførir í nátt við at taka sær av fólki, og hava teir rós uppiborið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald