Innanlands

Grovur harðskapur í húsum í Havn

Harðskapurin er framdur av útlendingi, sum helst er rýmdur av landinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-14 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan arbeiðir í løtuni við einum máli, sum snýr seg um grovan harðskap, framdur á einum bústaði í Havn.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgun, at talan er um eitt mál, sum varð fráboðað í gjár, men sum er hent fyri nøkrum døgum síðani.

Harðskapurin er framdur av einum útlendingi. Løgreglan veit hvør tað er, men hevur illgruna um, at maðurin síðani er farin av landinum.

Løgreglan metir, at talan er um grovan harðskap, men vil tó ikki greiða nærri frá, júst hvat er hent. Men tað snýr seg eisini um frælsistøku – á donskum frihedsberøvelse – skilt á tann hátt, at tann órættaði, sum er føroyingur, hevur verið afturhildin av útlendinginum, ið framdi harðskapin.

Nærri kemur vaktleiðarin ikki inn á málið í løtuni. Løgreglan arbeiðir víðari við at kanna málið, harundir finna út av, hvar tann undir illgruna er staddur í løtuni, og um møguligt er at fáa hann útflýggjaðan og avhoyrdan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder