Innanlands

Grundøkið til tyrlusimulatorin liðugt planerað

Arbeiðið at byggja tyrlusimulatorin hjá Atlantic Airways fer í gongd fyrst í næsta ár

(Mynd: Sørvágs kommuna)

(Mynd: Sørvágs kommuna)

2022-12-10 18:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at planera grundøki til nýggja tyrlusimulatorin hjá Atlantsflogi er liðugt. Økið er 4200 fermetrar, og arbeiðið at byggja fer í gongd fyrst í næsta ár, veit Sørvágs kommuna á heimasíðuni.

Arbeiði uppá planeringina byrjaði seinast í august, og 8. september varð fyrsta skotið latið av. Arbeiðið hevur gingið væl, og bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan hava hildið. Tað er J&K sum hava planera økið, og Sørvágs kommuna er sera væl nøgd við væl frágingna arbeiði.

Tað var í juni, at Atlantic Airways og franska felagið Thales Group skrivaðu undir sáttmála um tyrlusimulator í Vágum.

Væntandi verður hann klárur at taka í nýtslu fyrsta ársfjórðing 2024. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er nakað omanfyri 100 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder