2020-05-26 14:26
Í heyst tekur Guðný Akralíð við føstum starvi sum serlækni í radiologi á Diagnostiska deplinum.
Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu sínari.
Guðný er útbúgvin serlækni í Danmark og er eitt kent andlit á Landssjúkrahúsinum. Hetta síðsta árið hevur hon arbeitt fyri TMC í Sydney, sum veitir telemedisinskar tænastur til heilsuverk kring allan heimin.
Talan er um annan radiologin, sum kemur í fast starv eftir, at deildin í longri tíð hevur verið mannað við vikarum burturav.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald