Guðrun Petersen, sum í ein mansaldur hevur verið partur av barnaansingarøkinum hjá Tvøroyrar Kommunu, gevst nú í starvinum.
Guðrun byrjaði upprunaliga sum dagrøktarmamma, men gjørdist partur av nýggja barnagarðinum í Trongisvági, tá hann á fyrsta sinni lat upp í 1990. Guðrun hevur eisini verið leiðari á barnagarðinum eitt tíðarskeið.
Fyri Guðrun hevur starvið, og tað at vera um børn, verið hennara lív og sambært henni verður tað løgið, nú ikki at skulla vera partur av tí longur. Tó so ætlar hon ikki at gerast fremmand, nú barnagarðurin fer inn í eitt nýtt tíðarskeið, tá barnagarðurin verður liðugt útbygdur, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Nú Guðrun fer at hugsavna seg um at njóta tað at hava frí og kunna vera um seg sjálva og síni, so minnist hon aftur á tíðina við barnaansing við gleði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald