Mentan

Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinum

Songkvinnan við sterku røddini verður við á Summar Festivalinum í august

Guðrun Sólka og Janus Kampmann á Summarfestivalinum í 2018 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Guðrun Sólka og Janus Kampmann á Summarfestivalinum í 2018 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-13 10:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Guðrun Sólja Jacobsen verður við á Summar Festivalinum í Klaksvík í august.

Guðrun Sólja fekk stóra gjøgnumbrotið sum sangari, tá ið hon í 2003 vann sjónvarpssongkappingina "Stjerne for en aften", ið Danmarks Radio skipaði fyri. Hon var glampandi stjørnan í kappingini, og sigurin var púra sannførandi. Eftir kappingina gav hon tónleik út í Danmark og hevði nógvar konsertir niðri.

Síðani sigurin í Danmark hevur Guðrun Sólja verið virkin í tónleiki sum sangari og sanglærari. Hon hevur javnan havt framførslur, og nú er tíðin komin, at songkvinnan við sterku røddini vitjar aftur á landsins størsta tónleikatiltaki.

Guðrun Sólja Jacobsen fer at hava framførslu saman við Janusi Kampmann á Torginum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder