Innanlands

Guðrun&Guðrun við nýggjari mótasýning

Nýggja harrakollektiónin verður víst fram

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2019-07-04 19:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit gjørdu tað fyri fyrstu ferð í 2006, tá vit gjørdu eitt show í høllini á Skipasmiðjuni. Uttan facebook, uttan instagram ellar nakrar sosialar miðlar – og allíkavæl funnu 500 fólk út á Skipasmiðjuna.

Tað legendariska showið í hangarinum á flogvøllinum, tá vit leigaðu eitt flogfar við útlendskum gestum, var í 2008.

So gjørdu vit eisini eitt show á brúnni út í Mykineshólm.

Og nú....

Okkara MENN í Ríðihøllini

Mótasýning við okkara nýggju harrakollektión verður í Ríðihøllini hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fríggjakvøldið tann 5.7. kl 21. “AFTANÁ GEKKIN”.

Á skránni verður tónleikafarmførðsla við Lyon,øl og sider og mótasýning.

- Guðrun & Guðrun

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder