Mentan

Gullvinnarin í Cannes í Filmsfelagnum

Mikudagin verður franski filmurin “Anatomy of a Fall” sýndur – filmurin er í uppskoti til fimm oscarvirðislønir

2024-02-08 09:01 Author image
Innsent
placeholder

Týska stjørnan, Sandra Hüller, hevur høvuðsleiklutin í Cannes og Globen Globe vinnaranum, sum í fimm førum er í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina, ‘Anatomie d'une chute’, ið hevur enska heitið ‘Anatomy of a fall’ og danska heitið ‘Frit fald’.

Rættarsalurin er karmurin um søguna, ið er ein kompleks hjúnarbandssøguna. Konan, sum er rithøvundur, verður ákærd fyri at hava dripið mannin, sum at siggja til er dottin av aðru hædd í frítíðarhúsunum í sveitsisku alpunum. Blindi sonurin kemur í eina tvístøðu, tá hann skal førast sum fremsta vitni í rættinum.

Sandra Hüller er leikarin, sum eisini hevði høvuðsleiklutin í ‘The Zone of Interest’, ið vann dómsnevndarvirðislønina í Cannes. Tann filmin vísti Filmsfelagið altjóða holocaustdagin. Sandra Hüller bleiv kend í sermerkta týska filminum ‘Toni Erdman’ í 2016.

Sum kvinnuligi høvundurin, Sandra Voyter, gevur hon okkum í hesum filmi eitt sannførandi innlit, sum kortini verður merkt av ivanunum um, hvat er rætt ella skeivt, satt ella ósatt, ikki minst í huganum hjá soninum. Askoðarin verður í villareiði, tá parlagið verður pilkað sundur. At enda fer ákærumyndugleikin at blaða í bókunum hjá rithøvundanum, har brotpartar kunnu stuðla upp undir ákærurnar.

[object Object]

Ummælarin hjá Time Out sigur stutt og greitt at pør eiga at síggja henda film, ið verður lýstur sum ein “Thriller of real psychological and emotional depth, Triet’s film is a treat. Watch it with a partner and argue about it afterwards”.

Oscar virðislønirnar verða handaðar í mars. Hesin filmurin er í uppskoti til hesar virðislønir: Besti Filmur, Besti Leikstjóri (Justine Triet), Besti kvinnuligi leikari (Sandra Hüller), Besta uppruna leikrit (Justine Triet og Arthur Harari) og Besta klipping (Laurent Sénéchal).

Filmurin verður vístur í Havnar Bio mikudagin kl. 20

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder