Tann lágmælta, men áhaldandi røddin var eyðkend, og tað varð lurtað eftir henni, antin tað var á prenti ella í røðu. Gunnar Hoydal tók alla ævina til orða á so mangan hátt og ikki minst, tá tað ráddi um list og mentan. Hann bar sínar hugsanir fram um, hvussu umstøðurnar hjá teimum, sum skapa listina, kundu bøtast og listin stimbrast. Tað vóru ikki bara, men serliga bókmentirnar, ið lógu honum á hjarta.
Eg hugsi, at Gunnar fór at gera vart við seg í mentanaralmenninum 22 ára gamal, tá ið føroyskir studentar í Keypmannahavn í eini ógvuliga politiseraðari tíð, í 1962, fóru undir at geva tíðarritið Framan út. Gunnar var í ritstjórnini árini 1963-69, og hann slepti ikki tráðnum aftur, men var allar sínar dagar uppi í tí føroyska kjakinum um mentan og politikk. Tað ber ikki til at nevna allar teir felagsskapir, har Gunnar gjøgnum árini virkaði og ávirkaði, men tað slepst ikki undan at nevna Rithøvundafelagið, Fjølritagrunnin og Varðan, har hann setti sær djúp spor og legði støði undir tað virksemið, sum síðan hevur verið.
Virksemið í Rithøvundafelagnum og Fjølritagrunninum, har tað ráddi um at víðka ræsirnar og skipa seg í norðurlendskt samstarv, var fakligt og fór fram uttan at vera eftirgáað í almenninginum. Sama ber ikki til at siga um stevnuna hjá Gunnari og Steinbjørn B. Jacobsen í Varðanum, tí tá ið teir lótu tíðarritið upp móti útheiminum og nútíðini, birtist eitt ramaskríggj; men gjørt var gjørt.
Gunnar hevði serlig evnir til at fáa sera ymisk fólk aftrat sær til at virka fyri teimum málum, hann setti høgt. Hann visti, at við samanhaldi og felagsskapi var mangt møguligt, sum ikki bar til at gera einsæris, og til 1982 lá mentanarliga starv hansara fyrst og fremst í at miðla, skipa og samskipa, stuðla og meta. Hann visti eisini, at spírurnar næla, fáa tær umstøður, hóast tær næla seint, og at alt ger mun.
Tá, fyrst í 80-árunum, fekk føroyskt prosa knappliga nýtt mál. Tríggir javnaldrar góvu út fyrsta skaldverk sítt, Hanus Kamban í 1980, Oddvør Johansen í 1982, og sama ár kom stuttsøgusavnið, Av longum leiðum, eftir Gunnar. Heitið speglar tann sjálvsævisøguliga tráðin, tí søgurnar fara ikki bara fram í Føroyum, men eisini uttanlands, har Gunnar livdi stórar partar av lívinum ella ferðaðist. Tær miklu prosabøkurnar, Undir suðurstjørnum, 1991, Dalurin fagri, 1999, o Í havsins hjarta, 2007, hava eisini ævisøguliga grund, tær eru skaldslig føroyasøga gjøgnum ættarsøgu. Leysliga samanbundnar við hugleiðingum og fiktión eru tær sagdar av einum viðkvomum eygleiðandi frásøgumanni.
Skaldsøgurnar skýggja hevdbundið myndamál, men eru merktar av neyvum sansaligum lýsingum. Hetta eyðkennið er enn sterkari í tí bundna skaldskapinum hjá Gunnari, frá teimum fyrstu sangunum til yrkingasavnið Hús úr ljóði, 1988, har byggifrøðingurin og yrkjarin renna saman í eitt, og ta seinastu bókina, tað mikla savnið, Tónar úr innastu tøgnini, Yrkingar og týðingar, 2018, sum goymir alt tað, Gunnar yrkti og týddi í bundnum máli.
Tað er at gleðast um, at alt hetta ríka tilfarið nú er atkomiligt. Millum aðrar yrkingar komi eg fram á skálkabrosið, Marmennil, um ovfiskiskap, sum dregur eldri og nýggjari føroyskan skaldskap uppí og umtulkar leiklutin hjá marmenlinum: Fyrr tók hann agn av húkunum og syrgdi fyri, at “ikki bara stertar” skuldu tapa, men hvar er hann nú?
Nú Gunnar er farin, fyllist hugurin av takksemi fyri skaldskapin og fyri stuðulin og ta varisligu leiðbeining, hann veitti so mangari spírandi nál. Endin á hesum minningarorðum skal vera fyrstu og seinastu orðini í tí lívsjáttandi yrkingini, Farin:
Drátturin stilti við stein
knappliga tagnaði havið
fjørðurin stoyttur í glar
ljósið sum blindandi kavi
dagurin vendi sær við
steðgaði stirdur og varin
gekk so ein skjálvti í vøtn
høggið, at nú vart tú farin
Seinastu reglurnar ljóða:
Reisist úr ljósum eitt lag
deyði og skapandi meldur
goymdur til komandi dag
eri eg eimur og eldur
inn móti bergi av nátt
brýtur mín alda av gleði
Turið Sigurðardóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald