Mentan

Gurls úr Noregi til Vetrarjazz 2019

Fyrsta navnið á jazzfestivalinum í Havn í januar kunngjørt

2018-10-24 07:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árligi jazzfestivalurin, sum í 10 ár hevur sett ein festligan dám á annars kaldar og keðiligar januar mánaðir verður aftur 21. til 27. januar 2019, og nú er klárt at kunngera fyrsta navnið.

Norski bólkurn Gurls er ein av mest róstu bólkunum í Noregi í 2018 og er settur saman av trimum av Noregis mest eftirspurdu tónleikarum. Tónleikurin livir onkrastaðni ímillum jazz, popp, R&B, soul og hip-hop, og bólkurin fær 6 útav 6 stjørnum í nærum øllum ummælum.

Fyrsta útgávan hjá Gurls, “Run Boy, Run” ferðast ímillum og vevur saman ymsar sjangrur, meðan hon kensluborið spælir sær við hugtøk sum kynsleiklutir, normar, humor og kvinnuligan seksualitet.

Í Gurls hoyra vit Ellen Andrea Wang (bass & vokal), Hanna Paulsberg (saksofon og sang) ogbRohey Talah (sang). Ellen og Hanna eru kendar á norska og altjóða jazzpallinum og hava hvør særbstamstarvað við m.a. Manu Katché, Marilyn Mazur, Chick Corea, Bobo Stenson og Bugge Wesseltoft.

Ellen spælir annars fast í bólkinum Pixel, meðan Hanna spælir við Hanna Paulsberg Concept. Rohey er nýggjasti limurin í bólkinum og hevur í løtuni stóra framgongd við bólkinum hjá sær, sum bara eitur Rohey.

Gurls spæla á Reinsarínum leygarkvøldið 26. januar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder