Uttanlands

Guvernørur: Ukraina framt álop á russiska bygd

Álopið á bygdina Suzemka nærindis markið til Ukraina og Hvítarussland, sigst at hava kravt tvey mannalív

Ukrainski býurin Uman, sum herfyri varð raktur av einum rakettálopi (Mynd: EPA)

Ukrainski býurin Uman, sum herfyri varð raktur av einum rakettálopi (Mynd: EPA)

2023-04-30 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainar hava framt eitt rakettálop á bygdina Suzemka í Brjansk-landspartinum í Russlandi, nærindis markið til Hvítarussland og Ukraina.

Tað sigur lokali guvernørurin, Alexander Bogomaz.

Boðað verður frá, at álopið hevur kravt tvey mannalív, og at ein íbúðarbygningur og tvey hús vórðu oyðiløgd.

Ukraina hevur enn ikki úttalað seg um álopið. Ukraina tekur næstan ongantíð ábyrgd fyri álop á russiskari jørð ella í russiskt-hersettum økjum í Ukraina, skrivar Ritzau.

Síðan kríggið byrjaði í februar í fjør hava bæði Russland og Ukraina víst aftur, at tey hava framt málrættað álop á sivilfólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder