Innanlands

Haakon krúnprinsur: Nú skal rætturin gera av hvussu hetta endar

Hetta er trupult, men vit loysa okkara uppgávur á best møguligan hátt, sigur norski krúnprinsurin um ákærurnar móti soni krúnprinsessuna

Marius Borg Høiby (Mynd: EPA)

Marius Borg Høiby (Mynd: EPA)

2025-08-19 19:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norsku miðlarnir fingu í dag viðmerking frá Haakon krúnprinsi eftir álvarsomu ákærurnar móti soni Mette-Marit krúnprinsessu, Marius Borg Høiby.

- Nu er greitt, hvat ákæran inniheldur, og so má tað vera upp til dómsvaldið at avgera, hvussu málið skal enda, segði Haakon krúnrpinsur.

Hann sigur, at málið hevur verið trupult fyri øll sum hava við málið at gera, men at tey fara at fokusera uppá at loysa teira uppgávur sum kongalig.

- Vit halda fram við at loysa okkara uppgávur á best møguligan hátt, segði hann.

28 ára gamli Marius Borg Høiby er ákærdur fyri í 32 lógarbrot og kann fáa upp til 10 ára fongulsrevsing. Málið kemur væntandi fyri rættin í januar. Har í millum fýra neyðtøkur.

Mette-Marit krúnprinsessa átti Marius Borg Høiby áðrenn tað rann saman millum hana og Haakon krúnprins.

Les eisini: Ákærdur fyri fýra neyðtøkur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder