23 tilburðir av korona eru staðfestir í dag, og hetta er tað hægsta talið av nýggjum tilburðum í Føroyum síðani koronasmittan á fyrsta sinni kom til Føroya fyrst í mars.
Vit skulu aftur um miðjan mars fyri at finna dagar, tá nógvir tilburðir av koronasmittuni eisini vóru staðfestir. Tann 16. mars vóru 19 tilburðir staðfestir, og hetta hevur verið tað hæsta talið av tilburðum til í dag við 23 nýggjum tilburðum.
Trý ferðafólk, sum komu til Føroya 18. juli hava eisini fingið staðfest koronasmittuna, og sostatt eru bara útlendingar, sum hava staðfest korona í løtuni.
Átta føroyingar hava verið í samband við russiska trolaran, og eru allir í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald