Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, er lutvíst órinin móti rættarfylging fyri gerðir, hann framdi meðan hann var forseti.
Ta avgerðina tók amerikanski hægstirættur í gjár.
Avgerðin snýr seg um, hvørt Donald Trump kann rættarsøkjast sambært revsilóg fyri at royna at undirgrava úrslitið av amerikanska forsetavalinum í 2020 og eggja viðhaldsfólki sínum til at leypa á Kongressina 6. januar 2021.
Rætturin tók støðu til, hvørt fyrrverandi forsetin var vardur av órininum, og tí ikki kann rættarsøkjast fyri møguliga ólógligar gerðir, sum hann framdi meðan hann sat sum forseti, skrivar dr.dk.
Sambært dóminum eru gerðir, hann hevur framt sum forseti, umfataðar av órininum, meðan tað hann hevur gjørt sum forsetavalevni og privarpersónur ikki er.
Hægstirættur sigur, at sum forseti hevur ein fult órin, um talan er um almennar gerðir, ið verða gjørdar sum partur av forsetaembætinum.
Er hinvegin talan um gerðir, ið eru framdar sum privatpersónur, er sjálvt ikki forsetin órinin.
Nú skulu lægri dómstólar meta um, hvørt nakrar av hendingunum, sum Trump framdi sum forseti, vórðu framdar sum partur av embætinum, ella sum privatpersónur.
Hægstirættur hevur longu mett, at nakrar av gerðunum vóru almennar, men letur tað vera upp til lægri dómstólar at meta um aðrar av gerðunum.
- Hetta er ein stórur sigur fyri okkara stýrisskipan og okkara fólkaræði. Eg eri errin av at vera amerikanari, skrivaði Donald Trump á sosiala miðlinum Truth Social beint eftir at dómurin var almannakunngjørdur.
Joe Biden ávarar um, at talan er um eina vandamikla avgerð.
- Hetta er ein grundleggjandi nýggj meginregla, og tað er ein hættislig fordømi, tí valdið á embætinum verður ikki longur avmarkað við lóg, segði Joe Biden, og kallaði dagin fyri “tann myrkasta dagin fyri okkara fólkaræði”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald