Tónleikabólkurin Ekkaleys hevur givið út nýggjan sang, sum ber heitið "Hægstur tú".
Tað er kenda sangarinnan Tina Mellem, sum leggur rødd til sangin, sum nú kann hoyrast á øllum stroymingarpallum.
Orðini hevur Terje B. Vestergaard skrivað, og lagið hava Benjamin Hansen og Hans T. Vestergaard gjørt.
Hetta er næsta tónleikaútgávan hjá Ekkaleys, fyrra útgávan varð givin út í fjør undir heitinum "Navnið títt".
Ekkaleys er føroyskur tónleikabólkur, sum er sprottin úr árliga tiltakinum, Ekkó. Limirnir í Ekkaleys eru ymsastaðni frá í Føroyum, og koma úr ymiskum samkomum runt um í landinum.
Um sangin
Orð: Terje B. Vestergaard
Lag: Benjamin Hansen og Hans T. Vestergaard
Miksing og framleiðsla: Benjamin Hansen
Mastring: Josh Cana
Rødd: Tina Mellem
Ljóðføri: Jasmin Jovanovic, Hans T. Vestergaard, Josh Cana, David Finnsson, Benjamin Hansen
Perma: Benjamin Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald