Innanlands

Hækkaðar inntøkur og avlop á rakstrinum

Roknskapurin fyri 2022 hjá Vágs kommunu góðkendur av býráðnum

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2023-06-20 10:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á býráðsfundi mánakvøldið varð roknskapurin hjá Vágs kommunu fyri árið 2022 viðgjørdur og samtyktur.

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs Kommunu í 2022 vóru 75,0 milliónir krónur. Tá fíggjarætlanin fyri 2022 varð samtykt, varð mett, at Vágs kommuna fór at hava inntøkur á umleið 67 milliónir. Sostatt vóru inntøkurnar umleið 8 milliónir krónur ella 12 prosent hægri enn mett varð í fíggjarætlanini.

Til samanberingar vóru inntøkurnar í 2021 68,6 milliónir krónur.

Íløgurnar

Vágs Kommuna gjørdi í 2022 íløgur fyri tilsamans umleið 8 milliónir krónur.

Sum vant, so er tekniska økið ein týðandi partur av íløgunum. Asfalterað varð á Kráavegi, Kálhagabrekku og vegurin til Brekkubø varð liðugt gjørdur við asfalti og gøtuljósum. Busslummi varð gjørdur eystan fyri skúlan fyri at betra um ferðslutrygdina, samstundis sum at nýggj parkeringspláss vóru gjørt norðan fyri kommunuskrivstovuna og skúlan.

Onnur týðandi økir, sum fingu ein størri part av íløguni í 2022 var barnagarðsøkið. Grannahúsið hjá Eikilund varð keypt og er síðani dagført. Húsið verður eftir ætlan tikið í nýtslu í nærmastu framtíð.

Vágs skúli hevur verið dagførdur leypandi gjøgnum tey seinastu árini og soleiðis var eisini í 2022, har ljós vóru skift við LED, nýggj telduútgerð, borð og stólar til floksstovurnar vórðu keypt.

Móttøkan í Páls Høll varð dagførd, og eisini varð nýggj teknisk útgerð til stýring av langhylinum og barnahylinum sett upp. Vágs kommuna og Styrki Fitness gjørdu avtalu um venjingarhølið í Páls Høll.

Verkætlanin við Fiskaplássið á Løðhamari fekk eisini sín part av íløgunum í 2022, har benkur vóru settir upp og garður varð stoyptur oman móti sjóvarmálanum, tað arbeiði heldur fram í ár.

Vágs Kommuna hevur saman við hinum kommununum í oynni gjørt íløgu í stigabil, sum betrar munandi um tilbúgvingina.

Raksturin

Raksturin av Vágs Kommunu kostaði í 2022 58,8 milliónir krónur, ið er ein hækking á umleið trý prosent ella 1,7 milliónir krónur í mun til í 2021. Hækkingin stóðst av hækkandi lønarútreiðslum. Annars vaks vanligi kommunali raksturin ikki.

Umframt kommunala raksturin, so er Vágs kommuna eisini partur av fleiri kommunalum samstørvum, m.a.  Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy og Barnaverndatænastuna í Suðuroynni. Barnaverndartænastan í Suðuroynni kostaði Vágs Kommunu 2,5 milliónir krónur í 2022, sum er tað sama sum í 2021. Eldraøkið kostaði Vágs kommunu 18,8 milliónir krónur í mun til 18,1 milliónir í 2021.

Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs kommunu, sokallaða RLÚ, í 2022 varð eitt avlop á 7,2 milliónir krónur, sum er 5,2 milliónir betri enn vænta.

Í 2022 rindaði Vágs kommuna 3,8 milliónir krónur til afturgjald av lánum. Við árslok 2022 var nettoskuldin hjá Vágs Kommunu 41,9 milliónir krónur, sum svarar til 84,5 prosent av eini álíkning.

- Árið í fjør hilnaðist væl. Nógv virksemi var í Vágs kommunu, og bleiv hetta gjørt eftir politisku ætlanunum. Og okur arbeiða víðari við at betra um og at gera neyðugu íløgurnar, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder