placeholder
Uttanlands

Hagen lovar tíggju milliónir í finningarløn

Vónar framvegis at finna út av hvussu konan hvarv – sjálvur en hann ákærdur fyri at hava dripið hana

2020-06-16 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski ríkmaðurin, Tom Hagen, lovar nú finningarløn á tíggju milliónir norskar krónur til tann, ið kann koma við upplýsingum, sum kann føra til, at kona hansara Anne-Elisabeth Hagen verður funnin.

Tað skrivar norska TV2.

Tom Hagen er ákærdur fyri at hava dripið ella hava verið við til at dripi Anne-Elisabeth Hagen, ið hvarv 31. oktober 2018 úr búðstaði teirra í Lørenskog nærhendis Oslo.

- Tom Hagen óttast fyri, at Anne-Elisabeth ikki verður funnin. Tí ger hann hetta fyri at finna útav, hvat er hent henni, sigur Svein Holden, sum er verji hjá ríkmanninum.

Tom Hagen noktar seg sekan í øllum ákærum um, at hann skal vera orsøk til at konan er horvin. Børn teirra hava fyrr sagt, at tey framvegis halda, at mamman varð burturflutt av ókendum fólkum.

Tom Hagen varð leyslatin úr varðhaldsfongsling 8. mai. Men hann er framvegis ákærdur fyri dráp ella fyri at hava verið við til at drepa Anne-Elisabeth Hagen.

Umframt Tom Hagen er eisini ein annar maður ákærdur í málinum. Hesin maðurin, sum er serfrøðingurin í kryptogjaldoyra, er ákærdur fyri sokallaða frælsisfrátøku.

Tom Hagen og konan hava búð saman síðan 1984. Tey hava trý vaksin børn. Tom Hagen átti í fjør ognir fyri 1,2 milliardir danskar krónur. Ríkidømi hansara stavar frá keypi og sølu av ognum, og so eigur hann 70 prosent av partabrøvunum í einum orkufelagi, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder