Innanlands

Hagstovan: Gistinæturnar í juli settu met

Undanfarin ár hava flestu gistingarnar verið í juli, men soleiðis er ikki í ár

Hotel Havgrím (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hotel Havgrím (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-08-28 15:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gistnæturnar á føroysku gistingarhúsunum vóru stívliga 36.100 í juli, ið er gott 1.000 fleiri enn sama mánað í fjør - ein vøkstur uppá uml. trý prosent, skrivar Hagstovan.

Undanfarin ár hava flestu gistingarnar verið í juli, men soleiðis er ikki í ár. Fyri fyrstu ferð hava fleiri gistingar og innskrivingar nevniliga verið í juni enn í juli, tá nærum øll kømur vóru upptikin. Í juni vóru 38.400 gistinætur - 2.300 fleiri enn í juli.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. 

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í juli vóru 87 prosent av gistingunum í hesum økinum – eitt prosent lægri enn sama mánað í fjør. Fyri fyrstu ferð vóru gistinæturnar í Tórshavnarøkinum eisini færri í juli samanborið við juni.

Í samlaða býtinum áttu gestir úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark helvtina av gistináttunum í juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder