Hagstovan hevur nú dagført hagtølini fyri føroyska innflutningin fyri teir fyrstu sjey mánaðirnar á árinum.
Og tølini vísa sera smáar broytingar í innflutninginum. Tilsamans fluttu vit inn fyri 4,5 milliardir krónur frá januar til og við juli mánaði. Tað er ein lítil vøkstur upp á 5 prosent.
Men tað eru, sum kunnugt, keypt nógv skip inn í flotan í ár. Fyri 225 milliónir í ár í mun til einans 15 milliónir teir fyrstu mánaðirnar fram til løgtingsvalið í fjør.
Tá keyp av skipum og flogførum verður tikið úr hagtølunum, er so at siga ongin broyting at síggja í samanlagda talinum fyri innflutning mun til fyrstu sjey mánaðirnar í fjør.
Men fyri teir einstøku vørubólkarnar eru onkrar broytingar. Til dømis flyta vit fyri munandi minni av brennievni í ár enn í fjør.
Frá januar til og við juli í ár hava vit keypt brennievni fyri 555 milliónir krónur, tað er ein lækking á 27 prosent í mun til somu mánaðirnar í fjør, tá vit innflutt fyri 757 milliónir krónur.
Eisini innflutningurin av bilum er minkaður úr 346 milliónum í fjør til 309 teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár.
Størsti vøkstur er í bólkinum ’innflutningur til fiskavirking’, sum er nógv meira enn tvífaldaður úr 105 milliónum í fjør til 242 milliónir fyrstu sjey mánaðirnar í ár, vísa hagtølini.
Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 6 prosent, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald