Innanlands

Hagstovan: Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. september

Tað eru 303 fleiri enn 1. september í fjør – Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 131, og eini nettotilflyting á 172

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2024-10-10 19:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. september var fólkatalið í Føroyum 54.679. Tað eru 303 fleiri fólk enn 1. september í fjør.

Talan er um ein vøkstur á 0,6 prosent, sum er minni enn undanfarna árið, tá fólkavøksturin var 0,9 prosent.

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 131, og eini nettotilflyting - munurin millum til- og fráflyting - á 172, skrivar Hagstovan.

Fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna ári. Munurin var áleið 180 fólk, sum sæst aftur bæði í burðaravlopinum og nettoflytingini.

Burðaravlopið var á leið 80 fólk minni, serliga tí færri vóru fødd. Nettoflytingin var um 100 fólk minni, tí hóast færri fluttu av landinum, so vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder