Innanlands

Hagstovan: Knapt 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. september

Eftir at hava ligið omanfyri 55.000 í nakrar mánaðir, er fólkatalið nú farið niður á 54.885

Fólk á ólavsøku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fólk á ólavsøku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-11 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólkatalið í Føroyum er nú aftur farið niðurum 55.000 eftir at hava ligið omanfyri hetta talið í nakrar mánaðir.

1. september búðu 54.885 fólk í Føroyum, sum er 353 - ella 0,6 prosent - fleiri í mun til árið fyri, skrivar Hagstovan.

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juni, juli og august. Fleiri flyta til Føroyar um summarið umframt at fleiri flyta av landinum, millum annað í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum soleiðis, at tað fyrst veksur meiri enn vanligt fram móti august og síðani minkar aftur. Soleiðis er eisini í ár.

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 159 fólk og einari nettoflyting á 194 fólk.

Hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin var á leið tvífalt so stór sum í undanfarnu 12 mánaðirnar. Orsøkin var, at færri fluttu úr Føroyum.

Tá hugt verður at fólkavøkstrinum í kommununum sæst, at fólkatalið vaks mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr.

Næststørsti fólkavøkstur var í Sjóvar kommunu.

Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Runavíkar, Sørvágs, Nes, Fuglafjarðar og Sands kommunur.

Fólkatalið minkaði í tíggju kommunum — mest í Vága, Tvøroyar og Hvalbiar kommunu, skrivar Hagstovan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder