Innanlands

Hagstovan: Prísirnir hækka framvegis - men ikki við somu ferð

Tað er prísurin á matvørum, prísurin á streymi og hækkandi rentur, sum geva størst íkast til prísvøksturin – Tað eru serliga prísirnir á breyði og kornvørum, grønmeti og frukt, ið eru hækkaðir nógv

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-09 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast prísvøksturin heldur fram, hækka prísirnir ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt.

Tað eru framvegis matvøruprísir umframt hækkandi rentur og streymprísur, sum eru størsta orsøkin til prísvøksturin seinasta árið. Brúkaraprístalið, ið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum, er vaksið 3,7 prosent, og er prísvøksturin nú at kalla á sama stigi, sum hann var í november 2021, skrivar Hagstovan.

Frá mai til august eru prísirnir á matvørum hækkaðir 0,4 prosent. Príshækkingarnar á matvørum hava annars ligið millum tvey og næstan fýra prosent hvønn ársfjórðing síðani februar 2022.

Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið, men tað eru serliga prísirnir á breyði og kornvørum, grønmeti og frukt, ið eru hækkaðir nógv. Grønmeti er vorðið góð 13 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa, prísvøksturin á breyði og kornvørum er góð 10 prosent, meðan prísurin á frukt er hækkaður sløk 11 prosent.

Fiskur, mjólk, ostur og egg eru vorðin lutfalsliga bíligari hjá húsarhaldunum at keypa sammett við hinar matvørubólkarnar seinasta árið. Prísurin á fiski er vorðin góð fýra prosent dýrari seinasta árið. Mjólk, ostur og egg er dýrkað sløk trý prosent, sum er ein lakari prísvøkstur enn á øðrum matvørum. Prísirnir á sukri og góðgæti eru hækkaðir góð sjey prosent, og árligi prísvøksturin á kaffi, te og kakao er meira enn 18 prosent, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder