Innanlands

Hagstovan: Skjót uppgongd eftir fallið í apríl og mai

Knappar 875 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juli. Tað eru góðar 25 milliónir meira enn sama mánað í fjør

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-08-14 17:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Knappar 875 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juli. Tað eru góðar 25 milliónir ella 3 prosent meira enn sama mánað í fjør. Eins og fyri løntakararnar benda seinastu uppgerðirnar fyri lønargjaldingarnar á eina V-gongd við skjótari uppgongd í lønunum eftir fallið í apríl og mai, heldur enn eina U-gongd við longri aldudali við trekum vøkstri.

Á myndini niðanfyri sæst ein framrokning av, hvussu mars, apríl, mai, juni og juli kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. 

[object Object]

Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl, mai, juni og juli. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan vísir lønargjaldingarnar, og bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl, mai, juni og juli í ár. Munurin millum bláu og reyðu prikkarnar gevur eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á lønargjaldingarnar.

Knappar 875 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juli, sum eru góðar 25 milliónir ella 3 prosent meira enn sama mánað í fjør. Um gongdin í lønargjaldingunum annars var óbroytt, kundu væntast at góðar 900 milliónir høvdu verið útgoldnar í lønum í juli, væntar Hagstovan.

Arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysiskipanum telja ikki við í uppgerðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder