Innanlands

Hagstovan: Útflutningurin fyrra hálvár var 10 prosent minni enn í fjør

Útflutningurin av fiskavørum minkaði góðar 400 mió. kr. fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2020-08-17 15:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koronafarsóttin hevur havt sína ávirkan á heimshandilin, og hevur hon eisini ávirkað føroyska útflutningin.

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt minni av flest øllum fiskasløgum í mun til í fjør - bæði í nøgd og virði, skrivar Hagstovan, sum undirstrikar, at tað  ikki er óvanligt at stór sveiggj henda í útflutninginum.

Tá hugt verður eftir útflutninginum fyrra hálvár nøkur ár aftur í tíðina, ber til at síggja bæði vøkstur og minking, ið eru størri enn tað, sum vit síggja nú.

Útflutningurin av toski er minkaður 146 mió. krónur ella 23 prosent. Í nøgd er minkingin 27 prosent. Eisini er minni útflutt av makreli og laksi. Minkingin er 62 og 105 mió. krónur

Hinvegin er útflutningurin av svartkjafti vaksin meir enn 3.000 tons ella 13 prosent. Virðið er tó tað sama sum í fjør.

Meira sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder