2020-09-16 12:52
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Útflutningurin av fiskavørum minkaði næstan hálva mia. krónur fyrstu sjey mánaðirnir í ár samanborið við somu tíð í fjør, skrivar Hagstovan. Hetta er ein minking á 10 prosent.
Størsta minkingin er í útflutningi av toski og laksi. Har er útflutt fyri 180 mió. og 143 mió. krónur minni enn í fjør. Tað er 25 prosent minni av toski og 7 prosent minni av laksi.
Útflutta nøgdin er eisini minkað hesar sjey mánaðirnar. Samlað eru 14 prosent færri tons útflutt. Nøgdin av toski er minkað 29 proset og av laksi 8 prosent.
Meira sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald