![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
43 fólk eru testað positiv, og verða framvegis mett at hava covid-19. Men tað kann vera ringt at meta um talið er høgt ella lágt.
Á koronasíðuni her á Portalinum ber til at fylgja við, hvussu gongdin hevur verið síðani fyrsta tilburðin av korona 4. mars til í dag. Hetta hava vit eisini sett í eina talvu niðast í hesari greinini.
Tá flest vóru smittað í fyrstu bylgju um miðjan mars vóru 102 aktivir tilburðir. Tað talið var nakað hægri í aðru bylgju aftaná ólavsøku, tá talið kom upp á 147 aktivar tilburðir. Tað skal tó nevnast, at fleiri av tilburðunum vóru frá russiskum skipum, sum lógu við kei í Føroyum. Hetta var smitta, sum ikki kom úr Føroyum.
Í løtuni eru tað 43 aktivir tilburðir, men í mun til bæði í mars og august, gongur higartil ikki líka skjótt uppeftir hesaferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald