Mentan

Hail to the Hammer - Týr við nýggjum guittarleikara

Rættiliga nógv betri lív var í á øðrum kvøldinum á Víkingafestivalinum í Hovi

2021-05-30 11:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur munur var at koma á festivaløkið leygarkvøldið í mun til fríggjakvøldið. Á fyrra kvøldinum á festivalinum, vóru ikki nógv fólk. Orsøkin kann vera, at fleiri fólk valdu at vera á mentanarnátt á Tvøroyri, har alskyns mentanartilboð vóru á skránni.

Ein onnur og meira avgerandi orsøk er helst, at vindurin var tráður fríggjakvøldið, og tað var kalt at vera á fiskastykkinum á Mýri í Hovi.

Nógv øðrvísi var leygarkvøldið. Sólin skein frá heiðum himni í Hovi allan leygardagin, og tað setti sín dám á lagið um kvøldið – tað var týðuligt.

Og so var tónleikaskráin eisini meira spennandi. Ikki minst orsaka av høvuðsnavninum, Týr, sum ikki hevur spælt live síðan konsertirnar saman við symfoniorkestrinum fyri meira enn einum ári síðani.

Nýggjur gittarleikari
Tá – í Norðurlandahúsinum – hevði Týr sent boð eftir fyrrverandi guittarleikaranum í orkestrinum, Terje Skibenæs, sum stand-in fyri kekkiska guittarleikaran, ið júst hevði sagt seg úr starvinum.

Á konsertini í Hovi var so nýggjur guittarleikari royndur. Ein ikki ókendur maður í lokalumhvørvinum, nevniliga famjiningurin Hans Hammer, betri kendur sum oddamaður í lokala rokkorkestrinum, Asyllex.

Og so var tað so eysæð, at Týr spældi gamla hittið “Hail to the Hammer”, tá nýggi gittarleikarin varð presentaraður.

Hans Hammer kom væl frá uppgávuni, má sigast. Teir báðir Heri klæða hvønn annan. Týr við altíð nærverandi Gunnari Thomsen á bassinum, og bergtakandi Tadeusz Rieckmann handan trummurnar virka sum ein væl elt eind, hóast teirra óætlaða støðg á pallinum hetta koronaárið. Teir eiga nógv eftir at koma við.

Undan Týr framførsluni upplivdu vit blues-hetjurnar úr Froðba við feðgunum Christian Holbech og Óla Mortensen á odda. Hesir eru altíð garantar fyri einum sjarmerandi sjówi við góðum, vælspældum og swingandi tónleiki.

Fyri okkara part endaði leygarkvøldið við einum undirhaldandi framførslu við freku havnardreingjunum uttan úr Svanga. Men Swangah swingaði eisini í gomlu víkingahøvuðsborgini, tað er vist.

Víkingafestivalurin stóð sína roynd. Økið er væl egnað, hóast festivalurin á hesum økinum ikki hevur potentiali til at blíva líka so stórur sum festivalarnir í Klaksvík, Gøtu ella Sørvági.

Men vónandi verður Víkingafestivalinum lív lagað, og so verður spennandi at frætta hvørji nøvn uttan úr heimi hetta tiltakið kann trekkja til sín í komandi árum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder