2024-05-29 16:51
Havnar Arbeiðskvinnufelag ger seinnapartin greitt til sínar limir, at teir ikki skulu til arbeiðis so leingi verkfall er.
- Til limir okkara, ið arbeiða undir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Tit hava av órøttum fingið at vita frá miðlum og arbeiðsplássum, at verkfallið er trekt aftur. Hetta er ikki rætt og tit skulu ikki fara til arbeiðis, so leingi verkfall er, ljóða boðini frá Havnar Arbeiðskvinnufelagnum.
Havnar Arbeiðskvinnufelag fór í verkfall mánakvøldið á midnátt. Hetta var eftir at semingsstovnurin hevði tveitt frá sær í royndini at finna semju millum partarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald