2022-12-22 12:37

Fyrrapartin var lítið hátíðarhald við Stórutjørn við komandi innkomuveg í Hoyvík í sambandi við at fyrstu fløgini fyri nýggju stórhøllina vórðu grivin.
Tað vóru teir báðir, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sum tóku fyrstu hakaskotini.
Tað verður ein grunnur, sum kemur at standa fyri byggingini. Í nevndini fyri grunnin sita Heðin Mortensen, borgarstjóri, Guðrið Højgaard, Bergur Poulsen, Elin H. Joensen og Annika Olsen.
Tey hava so valt eina bygginevnd, ið er mannað við Niels Mortensen, Tummasi Justinussen og Tróndi Sigurðsson.
Fleiri myndir koma
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald